Hetta eru vit spent upp á

Tað er ein stórur fyrimunur fyri okkum, men spurningurin er skal støða takast til um áskoðarar sleppa

Fyri okkum er hetta ein stórur fyrimunur og tað bøtir um møguleikarnar fyri at vit koma víðari. Tað sigur Thomas Juul S. Thomsen nevndarlimur í Havnar Bóltfelag, nú tað er greitt, at undankappingin til Champions League verður spæld í Føroyum í summar.

Hetta er skipað sum ein semifinala, har lutakast verður um, hvør skal spæla ímóti hvørjum øðrum. Tey bæði liðini, sum vinna semifinaluna, hittast so í finaluni, har vinnarin kemur í 1. undanumfarið í Champions League.

Umframt okkum, verða tað meistaraliðini úr San Marino, Andorra og Kosovo, sum koma til Føroya at spæla. Semifinalurnar verða 22. juni, og finalan 25. juni.

Thomas Juul S. Thomsen sigur, at tey eru rættiliga spent upp á hesa kappingina, men spurningurin verður um fólk sleppa á plenuna at hyggja.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr nevndarlimin í HB greiða frá