Á Fiskamarknaði Føroya hava tey gjørt sínar metingar um fiskatilfeingið hesa vikuna, og um línuskipini verður sagt soleiðis:
- Tey fiska í føroyskum sjógvi, tvey eru á Íslandsrygginum, og eitt er á Flemish Kap. Øll skipini fáa mest av toski og so nakað av hýsu, brosmu og longu.
Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður góður, men hann harðnar, sum vikan gongur, og veðrið verður gott fyri tað mesta.
- Tað verður nakað av útróðrarfiski og helst fer onkur eisini út á Føroyabanka, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.










