Hópuppsagnir
? Nú mugu politikararnir traðka til.
Fríðálvur Eysturberg í Hvalba heldur ikki at politikararnir longur kunnu sita hendur í favn, ímeðan øll lívsmegi spakuliga verður sogin burturúr Suðuroynni.
Arbeiðsloysið í Suðuroynni hevur verið stórt nú í langa tíð.Og hósdagin mistu næstan 90 suðuroyingar afturat arbeiðið.
Talan er um arbeiðsfólkið hjá Fiskavirking í Vági og í Hvalba.
À virkinum í Hvalba arbeiddu 40 fólk og kanska meir viðhvørt og tey vórðu øll søgd upp í einum høggi hósdagin.
Fleiri av teimum vóru eisini limir í Arbeiðsmannafelagnum, Roynd, har Fríðálvur Eysturberg er formaður.
? Hetta var eitt stórt vónbrot og hetta var ikki tað, vit væntaðu, tá ið vit settu pening í virkið fyri at skapa arbeiðið í Hvalba.
? Arbeiðsmannafelagið í Hvalba setti 500.000 krónur í flakavirkið. Somuleiðis setti felagið 300.000 krónur í trolaran, Steintór og 200.000 í trolaran Niels Paula, tann tíð tað var.
? Sostatt hevur arbeiðsmannafelagið hesi síðstu árini sett eina millión í vinnulívið í bygdini fyri at útvega limunum arnbeiðið.
? Tí er tað eitt stórt vónbrot, at tað ikki skal bera til at hava virkið opið, sigur hann.
Men tað vísur seg at vera sera trupult at halda lív í flakavirkinum í Hvalba.
Heilar fimm ferðir síðani tað varð bygt fyri góðum 20 árum síðani, er flakavirkið í Hvalba lagt stilt tí raksturin hevur ikki borið seg, sigur Fríðálvur Eysturberg
Fyrst høvdu feðgarnir Jens og Janus Norðberg virkið men tað gekk ikki. Síðani royndi Janus segfyri aðru ferð, men eisini tað miseydnaðist. Eftir tað, tók Harald Eirikstoft um endan, men eisini hann mátti pakka saman. Og fyri tveimum árum síðani gjørdi Johan Páll Joensen og aðrir enn eina roynd, men tann royndin vardi bara í eitt ár. Síðani tók Fiskasølan kansin og læt virkið í Hvalba uppaftur og hevði rættiliga fitt av arbeiðið, serliga tað seinastu tíðina.
Men fyri nøkrum vikum síðani var tað Fiskavirking, sum yvirtók Fiskasøluna og sostatt eisini virkið í Hvalba.
Síðani tá hevur onki arbeiðið verið. Og seinnapartin hósdag varð so alt fólkið kallað saman til fundar og tá vórðu tey søgd upp.
Politikarar eiga at hjálpa til
? Tað sigur seg sjálvt, at lagið var ringt á fólki, tí hetta høvdu vit ikki væntað.
Hann sigur, at tá ið virkið læt upp seinast við felagnum hjá Jóan Páll Joensen, ljóðaði alt so ljósareytt, at teir ivaðust ikki í at fáa eitt varandi arbeiðspláss.
-? Men tað vardi so bara í tvey ár.
Hann fýlist á, at Fiskavirking hevur latið arbeiðsfólkið ganga í óvissu í so langa tíð.
? Vit hava ikki hoyrt eitt orð frá Fiskavirking, fyrrenn mikukvøldið, tá ið leiðslan kom suður úr Havn at greiða okkum frá støðuni og at boða frá uppsagnunum.
Nú heldur Fríðálvur, at politikararnir mugu taka stig til at fáa lív aftur í Suðuroynna.
? Eg veit ikki, hvat teir ætla. Teir lata ikki hoyra frá sær yvirhøvur, hóast arbeiðsloysið í Suðuroy veksur dag frá degi. Eg veit ikki, um teir taka støðuna í álvara, men teir kunnu ikki bara sita til pynt.
Tí heldur hann, at kravið eigur at verða, at politisk stig verða tikin til at venda gongdini í Suðuroynni.
Uttan politisk tiltøk, veit Fríðálvur Eysturberg ikki, hvussu tað ber til at fáa lív aftur í virkið í Hvalba, tí sum tað ljóðar sær ikki gott út.
Hvat tað skuldi verið, hevur hann ikki hugsað so nógv um, tí nú er tað so nýtt aftur, at virkið í Hvalba stongir.
Men onkuntíð hevur ein Suðuroyargrunnur verið nevndur og tað kundi verið ein loysn, heldur hann.
? Vit Hoyra bara, at Suðuroyggin er so fjarskotin og tí ber onki til. Men so mugu politikarar leggja so til rættis, at tað ber til kortini, annars verður oyggin avtoftað, heldur formaðurin í Arbeiðsmannafelagnum í Hvalba.
? À fundinum við arbeiðsfólkið mikukvøldið ásannaði Meinhard Jacobsen, at tað var sera trupult at hava lønandi fiskivinnu á landi og at bæði virkið á Tvøroyri og virkið í Havn góvu hall og onnur virki við.
Um arbeiðsmannafelagið í Hvalba verður ført fyri at seta pening í virkið einaferð afturat, veit hann ikki.
Nú bíðar hann spentur eftir, um Fiskavirking og teir, sum eiga virkisbygningin, kunnu finna uppá fyri at fáa virkið ígongd aftur.
? Teir hava so váttað, at teir kanna møguleikarnar fyri at lata virkið uppaftur og tær kanningarnar skuldu teir fara í holt við beinanvegin, sigur Fríðálvur Eysturberg.