Hetta sigur nýggi venjarin hjá Skála

Michael Bjørn Nielsen er nýggjur venjari hjá Skála, og vónar at byggja nakað upp

Skála hevur sett 48 ára Michael Bjørn Nielsen sum nýggjan fulltíðarvenjara. Hann hevur A-venjaraprógv og hevur verið venjari hjá B 1909 í Danmarksseriuni, men hetta er fyrsta fulltiðarstarvið hjá honum.

 

- Eg skal verða erligur og siga, at eg ikki kenni so nógv til føroyskan fótbólt, og tað havi eg ongantíð fjalt útyvir. Heldur ikki í samrøðunum við Skála. Mær er fortalt, at føroyskur fótbóltur er eitt stað í millum næstbestu deildina í Danmark og Danmarksseriuni, sigur Michael Bjørn Nielsen við bold.dk.

 

Hann hevur ikki verið venjari fulltíð fyrr, men hann hevur roynt nakrar líknandi støður í B 1909, sum Skála er í.

 

- Í B 1909 høvdu vit spælt í Fynseriuni í nøkur ár og vunnið fleiri dystir, men tá vit komu í Danmarksseriuna máttu vit umstilla okkum. Vit fingu bara tvey stig í sjey teimum fyrstu dystunum, men høvdu 18 stig eftir 14 dystir, sigur Michael Bjørn Nielsen.

 

Hann sigur eisini í samrøðuni, at tað verður ongin innrás av spælarum frá B 1909, men sær hann ein spælara, sum passar væl til, so er møguleiki at onkur spælari verður kontaktaður. Michael Bjørn Nielsen skal eisini hyggja nærri at ungdóminum á Skála, so felagið fær mest møguligt burturúr ungdóminum.

 

Michael Bjørn Nielsen hevur gjørt ein eitt ára sáttmála við Skála og byrjar í starvinum 1. feburar. Skála vann í gjár 2-0 á AB í fyrsta umfari í venjarakappingini hjá Venjarafelagnum, VFF Kup.