Hetta undrar hann stórliga

 

Hvussu ber tað til, at tey, sum beinleiðis varða av sjúklingum, onga meining hava, spyr løgtingsmaður

Løgtingið hevur viðgjørt eitt uppskot frá landsstýrinum um at geva psykiatriskum sjúklingum betri rættindi.  Her er talan um rættindi hjá teimum, ímeðan tey eru innløgd, eitt nú táið tey verða bundin niður í seingina.

 

Hetta er eitt uppskot, sum er sent nógvum ymsum feløgum og stovnum til viðmerkingar. Talan er eisini um  fleiri stovnar og felagsskapir, sum beinleiðis varða av sjúklingum.

 

Men Árni Skaale, tingmaður fyri Fólkaflokkin, undraðist stórliga á, at tað var púra tøgn frá fleiri av hesum feløgum og stovnum.

 

Hann vísti á, at talan var um eitt sera álvarslig mál, sum snúði seg um heilt grundleggjandi rættindi hjá fólki, eitt nú at missa frælsið og at vera bundin niður í eina song.

 

Tí undraði tað hann, at feløg og stovnar, sum beinleiðis varða av sjúklingum ikki lótu við seg koma yvirhøvur, tá ið tey eru biðin um at siga sína hugsan um hesi viðurskifti.

 

Tað vóru eisini onnur tingfólk, sum undraðist á tað sama. Og tey søgdu, at tá ið málið nú verður viðgjørt víðari, má Løgtingið seta seg í sambandi við hesi feløgini fyri at vita, hvat tey halda.

 

Tey, sum hava fingið uppskotið til viðmerkingar, eru Serlæknafelag Føroya, Læknafelag Føroya, Felagið fyri Yngri læknar, Føroyskir Sálafrøðingar, Heilsuhjálparafelag Føroya, Heilsurøktarafelag Føroya, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Ergoterapeutfelagið, Fysioterapeutfelagið, Sjúkrahúsverkið, eisini Psykiatriski depilin, Heilsutrygd, Landslæknin, Føroya Landfúti, Løgmansskrivstovan, Almannamálaráðið, Kriminalforsorgin, Sjúklingaráðið, Megd, Sinnisbati, Kommunulæknafelag Føroya, Kommunufelagið, Almannaverkið, Føroya Kærustovnur.

 

Men tey einastu sum lótu við seg koma, vóru Almannamálaráðið, Sjúklingaráðið,  Kommunufelagið, Landssjúkrahúsið, Landslæknin, Megd, Sinnisbati, Kommunufelagið, Føroya Landfúti, og Heilsutrygd.