Hevði Tróndur vitað av

Kanska mundu veru upp í móti 200 teltum, sum fólk búðu í. Men var størsti parturin bara forlátin liggjandi eftir, tá ið tónleikafestivalurin var av og fólkini vendu nøsini heimaftur.

Veðrið hevur verið til vildar á G og nógv fólk hava vitjað. Sunnumorgunin og út á sunnudagin hevur verið ruddað upp eftir hesi stóru tónleika- og fólkafestini, sum eydnaðist væl. Nú kann mánadagurin byrja aftur, sum um einki var.


Tá ið vit seinnapartin sunnudagin komu fram við tjaldøkinum í Norðragøtu, stóð ein kranabilur og grabbaði telt, borð, stólar, sofur og alt handans slag at útgerð, í hoyrir eini slíkari tjaldbúð ella –bygd til. Og enntá restirnar av ein penicillin-viðgerð, sum ikki var liðug, kom undan kavi.


Kanska mundu veru upp í móti 200 teltum, sum fólk búðu í. Men var størsti parturin bara forlátin liggjandi eftir, tá ið tónleikafestivalurin var av og fólkini vendu nøsini heimaftur.


Tí var ikki annað at gera hjá  fyrireikarunum og ruddingarliðnum, enn at sópaðu øll tjøldini og alt, sum har tilhoyrdi, oman í eina veit, so ein stórur kranabilur við stórari last kundi røkka eftir leivdunum við grabbanum og so upp í lastini við teimum og yvir um fjall til IRF.


So var ikki á Trónda døgum – Tá tóku teir vitjandi tjaldbúðirnar við sær, tá ið leitað varð til húsa aftur. Jú, nokk er ein onnur tíð, men kanska verður gingið í so lætt um hentleikarnar við okkara brúkarmentan. Men gott hjá onkrum, sum kann njóta gott av hesum marglætis hugburði.


Sigast má, at sera væl er gingið frá hjá fyrireikarunum, har eisini hópin av skeltum og øðrum hentleikum í sambandi við festivanlin av handahógv er beint burtur aftur, og so gott sum alt er sum undan navnframa G-festivalinum.


Tekst & Myndir: Dávur Winther