Hevur Gud skyldina fyri óndskap!

Tað liggur í menniskjanum at geva onkrum øðrum skyldina fyri óndskap. Náttúruvanlukkur lati eg liggja. Hvat við barnamisnýtslu, ella snýti, buking og nógvum øðrum tingum, eru hettar ting sum Gud hevur skyldina fyri? Nei! Tað er bara menniskju sum gera slíkt. Tá tað bara eru menniskju sum gera slíkt, hvussu kann Gud hava skyldina! Hettar minnir meg um søguna um Ádam og Evu. Tey gjørdu ímóti boðum Guds við at eta av trænum sum tey fingu boð um ikki at eta av. Tey vórðu eisini skjót at blaka skyldina frá sær yvir á ein annan. Ádam segði við Gud: Kvinnan, ”TÙ” gavst mær at vera hjá mær, hon gav mær av trænum, og eg át. Og avleiðingin av syndafallinum varð hareftir. Soleiðis hevur menniskjan við at geva skyldina sum menniskjan sjálv eigur, yvir til Gud. Ístaðin fyri at siga: Hví fremja vit óndskap, so siga summi: Hví loyvir Gud slíkum!
Hvar er logikkurin!
Eg vil spyrja spurningin, loyvir Gud ónskapi yvirhøvur? Um vit bara líka nevna tvey av teimum tíggju boðunum: Tú mást ikki drepa, tú mást ikki stjala. Hvussu kann Gud verða óndur tá tað er Hann sum hevur givið hasi boðini? Tað eru menniskju sum mugu hyggja inn í seg sjálvi, tí tað er menniskjan sum drepur og stjelur. Menniskjan er ómetaliga snavurkygd tá tað kemur til ábyrgd av okkara egnu gerum. Við óndskapinum er sakin tann, at tað er menniskjan sum er fallin í synd og ikki tann at tað er Gud sum loyvir tí.
Tey allarflestu vita at óndskapur er til. Og sannleikin er tann, at øll kunnu fremja tað. Eingin er imunur fyri freistingini. So, hevur Gud skyldina fyri óndskap? Nei. Tað er menniskjan sum fremur tað.
Er tað ikki høpisleyst og býtt at leggja ábyrgdina á ein annan? Jú, tað er. Tá vit menniskju hyggja inn í okkum sjálvi, so eiga vit at vita hattar. Tað eru vit sum eiga at venda við.

ber-gur@outlook.com
bergurn.wordpress.com