TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Pól Johannus Justinussen á Rás2. Samrøðan var gjørd aftaná óuppiborna 2-0 sigurin hjá Shakhtyor Soligorsk ímóti NSÍ í fyrsta undanumfarinum í Europa League kappingini.
Vánaliga avrikið hjá Tim Marshall úr Norðurírlandi, sum dømdi dystin fall eisini Pól Johannus Justinussen fyri bróstið. Pól Johannus Justinussen hevur upplivað nógv í fótbólti, eisini við føroyska landsliðnum, og hann staðfestir, at hann hevur ongantíð upplivað ein so vánaligan dómara: - Tað kendist, sum vóru vit 10 ímóti 12, greiðir Pól Johannus Justinussen.
Pól Johannus Justinussen er eisini nøgdur við leikliga avrikið hjá NSÍ, og hann trýr uppá, at NSÍ kann fara yvir til Hvítarusslands og fáa eitt gott úrslit í komandi viku.