Hevur verið í góðum hondum

Hon byrjaði at mála fyri tíggju árum síðan, tá hon eisini fór at ganga á kvøldskúla hjá Pól Skarðenni.

Anny Davidsen, sum hevur framsýning á listavegginum hjá Eik í Miðvági nú í apríl mánaði, málar við acryl-máling.

 

Hon byrjaði at mála fyri umleið 10 árum síðan, tá hon eisini fór at ganga á kvøldskúla hjá Pól Skarðenni.

 

Anny Davidsen hevur eisini verið á vikuskiftisskeiðum hjá Kára Svendsson, Birgit Kirke, Kristinu Joensen, Kristinu Kjeldmark og øðrum.

 

Sigast má um kvinnuna, sum nú sýnir fram á listavegginum hjá Eik í Miðvági, at hon hevur verið í góðum hondum.