HF vann næstan alt

Leygardagin skipaði Fimleikasambandið fyri fyrru steypakappingini í amboðsfimleiki, og gjørdist tað stórt sæð ein uppvísningskapping hjá Havnar Fimleikafelag, sum vann tað mesta

Tað bleiv enn ein góður dagur hjá Havnar Fimleikafelag leygardagin, tí felagið vann 18 av teimum tilsamans 19 kappingunum, umframt at HF vann tilsamans 48 heiðursmerki, Ljósið fimm og Støkk fýra – harav eitt tó var gull. Men gjøgnumgangandi var talan um eina sigursgongd frá byrjan til enda hjá HF, nú kappast var hjá kvinnum, monnum, kvinnuunglingum, mansunglingum, gentum, dreingjum, smágentum og smádreingjum.
Henda fyrra steypakappingin í amboðsfimleiki, sum var í Fimi í Havn, varð skipað soleiðis, at á kvinnusíðuni varð kappast í forskotnari barr og á gólvi, og á mannfólkasíðuni í lopi, paralellari barr og rekk.
Hjá kvinnum vann Katrin Wardum úr HF í forskotnari barr, og á gólvi vann Anita Davidsen úr Støkk einasta gullheiðursmerki, ið ikki fór til HF. Bogi Berg vann bæði í paralellari barr og í lopi hjá monnum.
Vár B. Árting vann hjá kvinnuunglingum í bæði forskotnari barr og á gólvi, men hjá mansunglingum vóru tríggir ymsir vinnarar. Aron JAcobsen vann í paralellari barr, Rani Petersen í lopi og Heini Samson í rekk.
Eisini hjá gentum var eitt sindur av variatión í, tí har vann Fía H. Smith í forskotnari barr og Vár Hansen á gólvi. Hinvegin vann Hannes Agnarson allar tríggjar greinarnar hjá dreingjum – paralell barr, lop og rekk.
Rakul Wardum vann bæði í forskotnari barr og á gólvi, men hjá smádreingjum vóru aftur ymsir vinnarar, tí her vann Hjálmar A. Dalsgarð í rekk, Sverri Lyager Jacobsen í paralellari barr og Kristian Knudsen í lopi.
Seinna steypakappingin í amboðsfimleiki verður eisini í Fimi, og verður hon leygardagin komandi, tá tað á kvinnusíðuni verður kappast í lopi og á bita, og á mannfólkasíðuni á gólvi, í beinsveiggi og í ringum.