Hiddenfjord søkir góðskufólk

Hiddenfjord søkir góðskufólk

 

 

 

Vil tú vera partur av góðskutoyminum á góðskingarvirkinum í Sørvági?

 

 

 

Vit leita eftir einum dugnaligum og framfýsnum starvsfólki til okkara góðskudeild á góðskingarvirkinum. Talan er um fulla tíð, og roknast skal við skeivum arbeiðstíðum. Tú fert at arbeiða tætt saman við starvsfólkum á góðskudeildini og øðrum á virkinum.

 

 

 

Arbeiðsuppgávur

 

  • Reinføriseftirlit
  • Taka sýni í framleiðsluni
  • Góðskukanningar og skrásetingar
  • Aðrar uppgávur

 

 

 

Førleikakrøv

 

  • Áhuga fyri og innlit í góðskuarbeiði.
  • Viðkomandi arbeiðsroyndir eru ein fyrimunur
  • Ert væl skipað/ur og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Ágrýtin, álítandi og arbeiðssom/samur
  • Kennir til vanlig telduforrit

 

 

 

Løn og setanarviðurskiftir

 

Løn og setanarviðurskifti verða sambart avtalu við arbeiðsgevara. Starvið er ætlað at verða sett sum skjótast ella eftir neyvari avtalu.

 

 

 

Umsókn

 

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Lailu Jacobsen, góðskuleiðara, tel +298 288985 ella teldupost til [email protected].

 

 

 

Umsóknarfreist er fríggjadagin, 17. juni 2026.

 

 

 

Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum verður send laila.jacobsen(at)hiddenfjord.com.

 

 

 

Um Hiddenfjord

 

Hiddenfjord er serføroyskt felag, sum elur laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning í mong ár og hevur í løtuni umleið 250 starvsfólk. Fyritøkan hevur smoltstøð, aling, góðskingarvirki og søludeild. Á góðskudeildini arbeiða sjey fólk, trý teirra eru góðskufólk. Hiddenfjord leggur stóran dent á at virka í samljóði við náttúruna.