Komandi vikurnar fara næmingar á tónleikabreytini í Fuglafjarða skúla, og í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík at framføra sangleikin hjá Disney, sum eitur "High School Musical" í mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Edmund Williamson og Bárður á Lakjuni hava týtt sangleikin til føroyskt. Við til at seta sangleikin upp er eisini Marjun Djurhuus, lærari, og so hálvthundrað næmingar úr Fuglafjarða skúla, og úr skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík. Sangleikurin er førdur yvir til føroysk viðurskifti, men er annars rættiliga nær uppruna sangleikinum, sum mong kenna.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Bárð á Lakjuni, tónleikalærara greiða frá sangleikinum.