Fleiri tingmenn funnust frá tingsins røðarapalli at grindatilmælinum ella kanska -frámælinum hjá landslæknanum Bæði Bill Justinussen og Jenis av Rana góvu greitt til kennar, at teir ikki hildu serliga nógv um tað, sum stendur í seinasta tilmælinum frá landslæknanum. Eitt tilmæli, sum er grundað á drúgvum granskingararbeiði, har Pál Weihe hevur verið ein av høvuðsdrívmegunum.
- Tað er syrgiligt, at vit nú leggjast á tað, føroyingar hava livað av í øldir, segði Bill Justinussen, sum snøgt sagt helt, at vit ikki hava brúk fyri granskarum, sum siga, at vit ikki skulu eta grind.
Og partamaður hansara helt, at kanningin als ikki stendur mát vísindaliga.
- Tá ið vit hava granskarar, sum í fullum álvara siga við føroyingar, at vit mugu ikki eta grind, hava vit ein stóran trupulleika, sigur Jenis av Rana, sum eisini kallaði Høgna Debes Joensen og Pál Weihe fyri tveir tilvildarligar læknar. Ein orðing, sum hann seinni umbar seg fyri.
Alfred Olsen vísti á, at vit hava verið fyri ágangi uttaneftir fyri at drepa grind, men nú kemur tað eisini innan ífrá.
- Skulu vit bara slíka tí rátt, ella skulu vit vera kritisk og kannað granskingarúrslitið nærri, spurdi hann.