Tær eru Hildur Eyðunsdóttir, sum møtir fyri Annitu á Fríðriksmørk, sum hevur forfall til fundin í dag. Hildur Eyðunsdóttir er roynd í leiki, tí hon hevur sitið í Tórshavnar kommunu sum býráðslimur í 8 ár. Vald í 2000 og í 2008 fyri Tjóðveldi. Á valinum hesaferð gjørdist Hildur Eyðunsdóttir nummar 7 á listanum. Valdar vóru Elsa Berg, 1007 atkvøður, Heidi Lava Elgeirsdóttir, 457 atkvøður, Annita á Fríðriksmørk, 407 atkvøður og Anja Weyhe, 367 atkvøður.
Nummar 5 á listanum er Jón Kragesteen við 249 atkvøðum og nummar 6 er Gunnar Djurhuus 209 atkvøður. Síðani kemur Hildur Eyðunsdóttir við 198 atkvøðum. Helst hevur tað ikki ligið fyri hjá nummar 6 og 7 at møta, síðani boð eru eftir Hildur Eyðunsdóttir.
Hjá Fólkaflokkinum hevur Høgni Vilhelmsen boðað frá, at honum berst frá at møta til býráðsfundin. Tí eru boð eftir Astrið Breckmann, sum er nummar 3 á listanum hjá Fólkaflokkinum. Høgni Vilhelmsen var fyrst valdur fyri Fólkaflokkin við 490 atkvøðum. Síðani kom Birgir Nielsen við 236. Í hølunum á honum, uttan tó at verða vald, kom Astrið Breckmann á triðja plássi við 227 atkvøðum.
Valúrslitið á kommunuvalinum í Tórshavnar kommunu 12. november í fjør:
##med2##
##med3##