Himnaherjar

Vit liva øll í søguni, um vit vilja tað ella ikki, men álítandi søga verður valla skrivað um okkara avrik, meðan vit sjálv eru uppi á døgum.

 

Eilif Samuelsen



Vit liva øll í søguni, um vit vilja tað ella ikki, men álítandi søga verður valla skrivað um okkara avrik, meðan vit sjálv eru uppi á døgum. Tað er teimum fáu givið at megna at broyta søgunnar gongd; men fleiri eru tey, ið tilvitað eru farin undir hesa astronomisku uppgávuna í tí fasta treysti, at tey megna hana. Ein kann ikki annað enn taka hattin av fyri slíkari sjálvkenslu. Oftast má ein kortini við sorg í sinni sanna, at hesir himnaherjar fyrr ella seinni koma raplandi niðuraftur á fasta grund.

Í Føroyum hava vit havt fleiri slíkar gjøgnum tíðirnar. Á tí politiska sjálvstýrisveinginum kenna vit fleiri. Teir hava allir gjørt eitt stórt og virðismikið arbeiði fyri síni søk, men tað, sum hevur verið felags fyri teir, hevur verið, at teimum hevur tørvað jarðsamband, teir hava ikki havt tað neyðuga tolið, sum skal til fyri at fylgja andadráttinum hjá gerandisfólkinum í landinum. Teirra avrik hava ikki verið nýtilig í gerandisdegnum, tí teir hava viljað drigið tíðina framum seg og framskundað tíðarinnar og menningarinnar hóast alt støðugu og jøvnu gongd frameftir.

Fleiri onnur ? og teirra millum sambandsfólk - hava tilvitað valt at flogið nakað lægri, men tey hava raðfest og gjørt tað verkliga politiska arbeiðið, sum fyrst og fremst hevur verið í samsvari við fólksins gerandisligu neyðsyn, og lagt minni dent á at nema teirra kensluliga hugaheim. Tað endaliga, høga stavnhaldið fyri tjóðina hava sambandsfólk ongantíð mist úr eygsjón. Tí alt kemur sum kunnugt til tann, ið tol hevur

Yrkjarar og skald eiga at sveima uppi undir vetrarbreytini fyri at síggja alt sub specie aeternitatis. Men teirra skaldaverk eru heldur ikki og skulu heldur ikki vera uppskriftir til gerandiskost. Tað er teirra framíhjárættindi og sjálvsagda uppgáva at ?bera okkum burt í annan heim? og at ?røra okkara hjartastreingir?. Teir eiga at hava einkarrættin til tað. Tá ið politikkarar gera tað, so forføra teir fjøldina, og demagogi er altíð av tí ónda

Tað, sum vit hava verið vitni til hesi seinastu trý árini frá teimum ráðandi politikkarunum, hevur verið ein rein misskiljing og mistulking av tí mandati, sum ein minimalur meirluti av føroysku veljarunum litu teimum upp í hendur. Gamaní tosaðu teir um sjálvstýri undan valinum. Tað hava sjálvstýrisflokkarnir gjørt í hundrað ár undan hvørjum vali. Men samgonguskjalið, sum víst verður til sum til eina ófrávíkiliga grundlóg, er ikki skrivað fyrr enn eftir valið.

Eitt samgonguskjal er ein opportunistisk eftirrationalisering, har vallyfti søgd og hugsað verða toygd og tambað, tøvd og krympað, nú tingsessirnir eru tryggjaðir. Hetta er ið hvussu so er galdandi fyri fullveldisprojektið í samgonguskjalinum. Tí er tað eisini kollrent, og júst av teimum, sum skammleyst í trý ár hava hava lumpað sínar samgongupartnarar og vóru noyddir at lata gekkaskortarnar falla, nú fellan var um at klamsa . Tað eru ikki øll, sum eru samd í at halda, at Várharra skal hava havt ein fingur við í tí spælinum.

Vit fara óivað enn einaferð at ásanna, at tað sjálvræði, sum Sambandsflokkurin við sínum miðvísa politikki ikki slóðar fyri, tað mugu vit bíða leingi eftir.