Hjálpa fólki at leggja av at roykja

Fólkaheilsuráðið fer nú undir eitt nýtt átak fyri at fáa fólk at leggja av at roykja.

Lagt verður til brots á nýggjárinum, og tað er nýggjasta samskiftistøknin, sum verður tikin í brúk í royndunum at fáa fólk at sleppa av við hendan ”heilsuskaðiliga óvanan”, sum tey málbera seg um royking.

Ætlanin er, at fólk, sum vilja leggja av at roykja, kunnu melda seg til eina SMS skipan hjá Fólkaheilsuráðnum.

- Átakið er ókeypis og endamálið er, at tey, sum eru meldað til, skulu javnan fáa stimbrandi sms-boð á fartelefonin.

Tey, sum melda til, fáa stuttar, hjálpandi boðskapir, sum stuðla teinum í at halda um avgerðina at halda upp at at roykja, sigur Fólkaheilsuráðið á heimsíðuni.

Ráðið sigur, at hesin hátturin hevur verið royndur uttanlands við góðum úrslitum og nú verður hann so eisini royndur í Føroyum.