Hjálpandi hond frá Adriano

Brasilski Adriano kom av álvara í fokus, tá hann við fyrsta málinum í dystinum gav sítt íkast til 2-1 sigurin hjá Inter í grannauppgerðini móti AC Milan. Adriano stútaði nevnliga bóltin á sín egna arm, og haðani støkk bólturin í meskarnar, uttan at dómarin sá nakað løgið í tí. Seinni økti Dejan Stankovic til 2-0, áðrenn Pato minkaði munin fyri Milan. Inter er klárt á odda í seriu A við 56 stigum. Tað eru níggju fleiri enn Juventus, sum er á øðrum plássi.