Hjálpið okkum at vinna!!

Tá ið eg havi latið meg stillað upp til fólkatingsvalið, er tað tí, at eg haldi, at tað ongantíð sum nú hevur týdning, at Fólkaflokkurin framhaldandi eigur minst annað umboðið har niðri.

 

Fólkaflokkurin hevur í hesum valskeiðinum við Anfinni Kallsberg, løgmanni, á odda fingið sera góð úrslit í sambandi við viðurskifti okkara við danir - vit kunnu bara hugsa um loysnirnar í bankamálinum og ikki minst um semjuna um sjálvstýristilgongdina frameftir.

Óli Breckmann, sum í mong ár hevur umboðað Fólkaflokkin á fólkatingi, hevur verið ein týðandi brikkur í hesum loysnunum. Hann hevur verið ein virðilig føroysk rødd, sum altíð hevur vart føroysk sjónarmið við lív og sál. Vit vita eisini, hvussu hentur hann hevur verið fyri mangan føroyingin, tá ið brúk hevur verið fyri hjálp á ymsan hátt.

Tað er tí so sera týdningarmikið, at vit framvegis eiga hesa borgarligu, føroysku røddina á fólkatingi, og eg fari at heita á allar føroyingar - og serliga á veljararnar í mínum egna valdømi: Góðu eysturoyingar! Sitið ikki heima valdagin, 20 nov., men farið á val og stuðlið okkum í Fólkaflokkinum! Hjálpið okkum at vinna!