Fótbóltur
Seinastu tíðina hevur veri frammi, at evnaríki KÍ-leikarin, Hjalgrím Elttør, skal hava verið ávegis til B36.
Hjalgrim hevur eisini váttað fyri Sosialinum, at hann hevur fingið eitt tilboð frá B36, men at hann enn ikki hevði tikið støðu til, hvørt hann fór at taka av hesum.
Henda støðan varð tó tikin mikukvøldið, og hevur Hjalgrím gjørt av, at framtíðin verður í KÍ. Í hvussu so er komandi árið.
Á heimasíðuni hjá KÍ verður skrivað, at partarnir skrivaðu undir sáttmála mikukvøldið, og sjálvandi verður lagt afturat, at hetta er nakað, sum leiðslan í felagnum er fegin um.