Hjalti: Besti dysturin hjá U18 higartil í EM-endaspælinum (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við U18-landsliðsvenjaran

Mynd: HSF

##med2##

 

- Hetta er besti dysturin vit hava spælt í EM-endaspælinum. Fyrst og fremst í verjupartinum. Hetta heldur ein fegin U18-landsliðsvenjari, Hjalti Mohr Jacobsen um glæsiliga 29-24 sigurin hjá føroyska U18-manslandsliðnum á Serbia í EM-endaspælinum í Montenegro.

 

Føroyar hava við sigrinum longu vunnið millumbólk B. Okkara menn hava fýra stig, Serbia hevur tvey stig, og Frakland og Slovenia hava eitt stig hvør. Tí hevur dysturin móti Slovenia í morgin klokkan 15 ongan týdning sum so.

 

Hjalti Mohr Jacobsen ger tó greitt, at sjálvt um bæði HM-endaspælsplássið og EM-endaspælsplássið til komandi U18-árgang er tryggjað, so fara teir eftir at enda á einum níggjunda plássi, og sostatt gera tað eitt betur enn U20-manslandsliðið, ið endaði á einum 10. plássi í EM-endaspælinum í Portugal. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra stuttu telefonsamrøðuna Árni Gregersen hevði við Hjalta Mohr Jacobsen í tíðindasendingini á FM1. 

 

Mynd: HSF

Samrøða: Hjalti Mohr Jacobsen um 29-24 (14-15) sigurin á Serbia

Samrøða: Hjalti Mohr Jacobsen um 29-24 (14-15) sigurin á Serbia