HM: Bronsan og gullskógvurin standa upp á spæl

Ongland hevur til góðar at vinna sína fyrstu HM-bronsu

Í kvøld klokkan 22 verður HM-bronsudysturin millum Frakland og Ongland spældur á Hard Rock leikvøllinum í Miami.

 

HM-bronsudystirnir hava ofta verið málríkir og undirhaldandi dystir. Síðani 1978 eru ongantíð færri enn tvey mál skotin í einum HM-bronsudysti.

 

Frakland hevur tríggjar ferðir í søguni spælt HM-bronsudyst. Í HM-endaspælinum í Svøríki í 1958 vann Frakland í einum minniligum dysti 6-3 á Vesturtýsklandi. Í HM-endaspælinum í Spania tapti Frakland 2-3 fyri Póllandi í bronsudystinum. Fýra ár seinni í HM-endaspælinum í Meksiko í 1986 var Frakland aftur partur av einum lívligum bronsudysti, tá teir vunnu 4-2 á Belgia. 

 

Frakland hevur sostatt møguleikan í kvøld at vinna HM-bronsu á triðja sinni í søguni.

 

Ongland hevur ongantíð vunnið HM-bronsu. Í HM-endaspælinum í 1990 í Italia taptu teir 1-2 fyri italsku vertunum. Í HM-endaspælinum í Russlandi í 2018 tapti Ongland 0-2 fyri Belgia.

 

Kylian Mbappé hjá Fraklandi hevur eisini nógv at spæla fyri. Lionel Messi og Kylian Mbappé hava báðir skotið átta mál í kappingini. Men Messi hevur fýra upplegg til mál, meðan Mbappé hevur trý upplegg til mál. Mbappé fer sjálvandi eftir at vinna HM-gullskógvin.

 

Erling Braut Haaland hevur skotið sjey mál, meðan Harry Kane og Jude Bellingham hava skotið seks mál hvør. 

 

HM-bronsudysturin verður eisini seinasti dysturin hjá franska landsliðsvenjaranum, Didier Deshamps, og tí vilja leikarar hansara, at hann fær ein góðan enda upp á eitt flott tíðarskeið sum landsliðsvenjari gjøgnum 14 ár. 

 

Altjóða veddingarfyritøkur hava Frakland sum favoritt at vinna HM-bronsudystin. 

 

-------------

 

HER  ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.