Sunnukvøldið klokkan 20 verður HM-finalan millum Spania og Argentina leikt á MetLife leikvøllinum í East Rutherford í New Jersey.
Millum mongu prominentu gestirnar verður ameriski forsetin, Donald Trump.
Fjølmiðlatalskvinnan hjá Hvítu Húsunum, Karoline Leavitt váttaði fyri tíðindafólki, at Donald Trump fer at vera til staðar til HM-finaluna: - Nærveran hjá honum (Trump red.) fer at enda tað, ið hevur verið tað mest sædda, tað mest trygga, og tað mest framburðarríka HM-endaspælið í søguni hjá USA. Segði Karoline Leavitt.
Donald Trump skal saman við einum øðrum forseta, nevnliga FIFA-forsetanum, Gianni Infantino handa steypið til vinnaran.
Tá Donald Trump í fjør handaði steypið aftaná HM fyri felagslið, har Chelsea í finaluni vann 3-0 á PSG var Trump so fegin um at standa millum vinnararnar, at hann fekst næstan ikki av pallinum aftur. Tann finalan var eisini leikt á MetLife leikvøllinum.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.











