HM: FIFA sýtir Haiti at hava politiskan boðskap á landsliðstroyggjunum

Haitiska landsliðið má nú skifta landsliðstroyggjurnar út

Mynd: Ritzau Scanpix

Ígjár boðaði altjóða fótbóltssamgongan, FIFA frá, at tey góðkendu ikki landsliðstroyggjurnar hjá Haiti, ið kappast í sínum fyrsta HM-endaspæli í 52 ár. 

 

Landsliðstroyggjurnar ímyndaðu haitiskar frælsisstríðsmenn, ið stríddist móti fraklendingum, árini 1791-1804.

 

FIFA hevur sum almenna leiðreglu, at politiskir boðskapir mugu ikki miðlast av teimum, ið kappast til endaspøl og kappingar hjá FIFA.

 

Í haitiska fótbóltssambandinum siga tey seg ikki heilt skilja tað, ið FIFA hevur boðað frá. Men fyri at binda um heilan fingur fara tey at fáa til høldar nakrar aðrar landsliðstroyggjur.

 

Tað sum undrar tey í haitiska fótbóltssambandinum er, at FIFA einki segði í fyrstu atløgu, men at tey nú í seinastu løtu undan HM-endaspælinum koma við hesum boðunum. 

 

Haiti er í innleiðandi bólki C saman við Brasil, Marokko og Skotlandi. Tíðliga sunnumorgun klokkan tvey - føroyska tíð - spæla teir fyrsta innleiðandi dystin móti Skotlandi. 

 

Hetta kann so vera FSF til áminningar um ikki at prenta Nólsoyar Páll á føroyskar landsliðstroyggjur. Tað kundi skjótt gingið galið. 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix