HM: Føroyar hava greiða favorittstøðu hóast torføran útivøll

Her eru oddsini upp á HM-undankappingardystin Bosnia Hersogovina-Føroyar

Í kvøld klokkan 19 leikar føroyska manslandsliðið fyrra HM-undankappingardystin av tveimum móti Bosnia Hersogovina. Dysturin verður leiktur á útivølli í Tuzla.

 

Leygarkvøldið klokkan 19 verður returdysturin leiktur í høllini við Tjarnir. Samlaði vinnarin vinnur seg til HM-endaspælið í Týsklandi í januar komandi ár. 

 

KVF vísir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

Hóast Bosnia Hersogovina eru knáir á heimavølli. Í mars vunnu teir 34-21 á Kosovo, og í fjør vunnu teir 23-22 á Grikkalandi, so hava Føroyar eina nakað óvæntaða stóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin. Væntað verður tó, at Føroyar fara at hava eina greiða favorittstøðu í heimadystinum við Tjarnir. 

 

Oddsini upp á heimasigur til Bosnia Hersogovina liggja millum 3,27 og 3,75.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 8,50 og 10,00.

 

Oddsini upp á útisigur til Føroyar liggja millum 1,40 og 1,48. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##