Á útivølli í Helsingør vann liðið hjá Andrassi Johansen, Fremad Amager 4-2 á heimaliðnum í dysti í niðara endaspælinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Andrass legði útiliðið á odda longu í 9. minutti. Staddur vinstrumegin fimmmetursteigin sendi Andrass bóltin hegnisliga framvið málverjanum.
Heimaliðið javnaði í 34. minutti, men undan steðginum syrgdu Frederik Holst og Jonas Lyshøj fyri, at Fremad var á odda 3-1 í steðginum. Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Christoffer Boateng til 4-1 áðrenn heimaliðið fekk pyntað um úrslitið.
Fremad Amager er við 39 stigum fremst í niðara endaspælinum.
HER ber til at síggja málini frá dystinum Helsingør-Fremad Amager 2-4 (1-3):
##med2##











