HM: Kanada bankaði Katar sum fekk tvey reyð kort

Grov takling móti Ismaël Koné yvirskuggar stórsigurin hjá Kanada

Mynd: Ritzau Scanpix

Vertstjóðin, Kanada er nú oddalið í innleiðandi HM-bólki B við fýra stigum. Sveis hevur eisini fýra stig, men Kanada hevur betri málmun. Bosnia Hersogovina og Katar hava eitt stig hvør. 

 

Kanada vann í kvøld stórsigur 6-0 á Katar á BC Place leikvøllinum í Vancouver. Talan er um fyrsta HM-endaspælsdystin nakrantíð hjá Kanada, men ein grov takling hjá katarska Assim Madibo , ið skaddi Ismaël Koné hjá Kanada við grovu taklingini. Skelkandi hendingin yvirskuggar annars framúr góða avrikið hjá Kanada. Í fyrra hálvleiki fekk Homam Ahmed hjá Katar eisini reyða kortið, so hetta var eitt ræðuligt avrik hjá Katar upp á allar mátar.

 

Kanada hevði bóltin næstan 80 prosent av tíðini, og teir høvdu allar málroyndirnar í dystinum, ið vóru innanfyri málrammurnar. Jonathan David gjørdist annar leikarin aftaná Lionel Messi at skjóta hattrick í hesum HM-endaspælinum. 

 

Kanada-Katar 6-0 (3-0)

 

1-0 Cyle Larin (16.)

 

2-0 Jonathan David (29.)

 

3-0 Jonathan David (45.+)

 

4-0 Nathan-Dylan Saliba (64.) 

 

5-0 sjálvmál (75.) 

 

6-0 Jonathan David (90.+)

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Kanada og Katar. 

 

Komandi mikukvøld klokkan 20 vera tveir teir seinastu dystirnir í bólki B leiktir samstundis. Dystirnir eru Sveis-Kanada og Bosnia Hersogovina-Katar. 

 

-------------

 

HER  ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum. 

 

Mynd: Ritzau Scanpix