Tað sveið hart hjá týska fótbóltsalmenninginum, at Týskland triðju ferð á rað reyk út úr einum HM-endaspæli tíðliga í kappingini. Áðrenn HM-endaspælið í 2018 skuldi ein aftur til 1938 fyri at finna eitt endaspæl, har Týskland reyk út aftaná innleiðandi bólkaspælið. Í 2018 og í 2022 reyk Týskland út aftaná innleiðandi bólkaspælið, ið var hart hjá týskarunum at svølgja. Hesaferð skuldi tað verið væl betri, men tað gjørdist bara eitt lítið vet betri. Týskland reyk út í HM-sekstandapartsfinaluna móti Paraguay aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping.
Eyðmýkingin hevur nú fingið avleiðingar fyri landsliðsvenjaran, Julian Nagelsmann, ið hevur stjórnað týska landsliðnum síðani 2023.
38 ára gamli, Julian Nagelsmann, ið annars hevði sáttmála fram til EM-endaspælið í 2028 hevur nú fingið sekkin. Hetta staðfestir týska fótbóltssambandið.
Stóri favoritturin at taka við starvinum er kendi venjarin, Jürgen Klopp. Týska fótbóltssambandið hevur eisini givið til kennar, at tey hava avgjørt áhuga í at seta Klopp í starvið sum týskur landsliðsvenjari.
Jürgen Klopp hevur ikki verið í starvi sum venjari síðani hann gavst sum høvuðsvenjari hjá Liverpool í 2024.










