Átta HM-undankappingardystir eru leiktir kring Evropa í kvøld.
Í bólki C er kapprenningin hørð millum Danmark og Skotland. Danmark knústi Belarus 6-0 á uttanveltaðum vølli í Ungarn. Í sama bólki megnaði Skotland á Hampden Park at vinna 3-1 á Grikkalandi aftaná at hava verið aftanfyri 0-1.
Danmark og Skotland hava aftaná trý umfør sjey stig hvør. Grikkaland hevur trý stig, og Belarus hevur einki stig.
Sunnudagin er skráin hendan: Danmark-Grikkaland og Skotland-Belarus.
Í bólki G løgdu Niðurlond seg fyribils tungt á fyrsta plássið við einum 4-0 stórsigri á útivølli móti Malta. Í sama bólki vann Finnland á heimavølli ein tepran 2-1 sigur á Litava.
Niðurlond eru fremst í bólkinum við 13 stigum fyri fimm dystir. Pólland hevur 10 stig fyri fimm dystir, og Finnland hevur 10 stig fyri seks dystir. Litava er næstaftast við trimum stigum, og Malta er aftast við tveimum stigum.
Sunnudagin er skráin hendan: Niðurlond-Finnland og Litava-Pólland.
Í bólki H vann Eysturríki á heimavølli ein risastóran 10-0 sigur á San Marino. Í sama bólki megnaði Kýpros á heimavølli at knógva ein 2-2 javnleik móti Bosnia Hersogovina, hóast útiliðið var á odda 2-0.
Eysturríki er fremst við fullum stigatali, 15 stig fyri fimm dystir. Bosnia Hersogovina hevur 13 stig fyri seks dystir. Rumenia hevur sjey stig fyri fimm dystir, og Kýpros hevur fimm stig fyri seks dystir. Aftaná seks dystir hevur San Marino hevur framvegis fyrsta stigið til góðar.
Sunnudagin er skráin hendan: Rumenia-Eysturríki og San Marino-Kýpros.
Í okkara bólki, bólki L leiktu Kekkia og Kroatia javnleik 0-0 í Prag, og Føroyar vunnu ein metstóran 4-0 heimasigur á Montenegro.
Kroatia hevur 13 stig fyri fimm dystir, og Kekkia hevur 13 stig fyri seks dystir. Føroyar hava níggju stig fyri seks dystir, og Montenegro hevur seks stig fyri seks dystir. Gibraltar er aftast við ongum stigi aftaná fimm dystir.
Sunnudagin er skráin hendan: Føroyar-Kekkia (klokkan 17) og Kroatia-Gibraltar (klokkan 19.45).
Skotland-Grikkaland 3-1 (0-0)
0-1 Konstantinos Tsimikas ('62 )
1-1 Ryan Christie ('64 )
2-1 Lewis Ferguson ('80 )
3-1 Lyndon Dykes ('93 )
Belarus-Danmark 0-6 (0-4)
0-1 Victor Froholdt ('14 )
0-2 Rasmus Højlund ('19 )
0-3 Patrick Dorgu ('45 )
0-4 Rasmus Højlund ('45 )
0-5 Anders Dreyer ('66 )
0-6 Anders Dreyer ('78 )
Malta-Niðurlond 0-4
0-1 Cody Gakpo, br. ('12 )
0-2 Cody Gakpo, br. ('48 )
0-3 Tijani Reijnders ('57 )
0-4 Memphis Depay ('93 )
Finnland-Litava 2-1 (0-1)
0-1 Pijus Sirvys ('25 )
1-1 Benjamin Kallman ('48 )
2-1 Adam Markhiev ('55 )
Eysturríki-San Marino 10-0 (6-0)
1-0 Romano Schmid ('7 )
2-0 Marko Arnautovic ('8 )
3-0 Michael Gregoritsch ('24 )
4-0 Stefan Posch ('30 )
5-0 Stefan Posch ('42 )
6-0 Konrad Laimer ('45 )
7-0 Marko Arnautovic ('47 )
8-0 Nikolaus Wurmbrand ('76 )
9-0 Marko Arnautovic ('83 )
10-0 Marko Arnautovic ('84 )
Kýpros-Bosnia Hersogovina 2-2 (1-2)
0-1 Nikola Katic ('10 )
0-2 sjálvmál ('36 )
1-2 Konstantinos Laifis ('45 )
2-2 Ioannis Pittas, br. ('96 )
Føroyar-Montenegro 4-0 (2-0)
1-0 Hanus Sørensen ('16 )
2-0 Árni Frederiksberg ('36 )
3-0 Hanus Sørensen ('55 )
4-0 Árni Frederiksberg ('72 )
Kekkia-Kroatia 0-0