Vatnbrá í hvørjum hálvleiki, so lýsararnir kunnu sleppa meira framat. Stór hálvleiksframførsla í steðginum í HM-finaluni, so steðgurin verður 25 minuttir til longdar.
Altjóða fótbóltssamgongan, FIFA tekur við ameriskum siðum. Og nú hevur FIFA tikið við enn einum ameriskum siði: Leikararnir hjá liðnum, ið vinnur HM í fótbólti fáa hvør sín gullring.
Nakað sum ikki er komið fyri í altjóða fótbólti. Hetta hevur tó verið siðvenja í ameriskum fótbólti (NFL), kurvabólti (NBA), íshokki (NHL) o.ø. ameriskum ítróttargreinum.
Áður hava HM-vinnarar í fótbólti fingið eitt gullheiðursmerkið, men nú hevur FIFA valt amerisku siðvenjuna.
HM-silvurvinnararnir fáa tó ikki hvør sín silvurring. Teir fáa helst vanlig silvurheiðursmerki.
HM-finalan millum Spania og Argentina, ið verður leikt á MetLife leikvøllinum í East Rutherford byrjar sunnukvøldið klokkan 20.











