Vit eru framvegis fyri ágangi fyri at drepa grind.
Og tey, sum vilja okkum ilt, hava nú eisini tikið nýggjasta teknikkin, internetið í brúk og røkka nú uml. 100 miljónum fólkum kring allan heimin við boðskapði sínum.
Seinastu stóra tiltøkið hjá teimum, sum eru ímóti grindadrápi, er at varpa síni herróp út á heimsumfatandi internetinum.
Og tað seinasta ítøkiliga tiltakið var at býta faldara út á fundinum, hvalaveiðifelagsskapurin, IWC , hevði í lítla, eksotiska fúrstadøminum, Monaco, herfyri.
Nýggi sóknarongurlin fyri skotum,
Tað tykist ikki, sum at nakað av tí, vit gera fyri at bøta um grindadrápið, rínur við summar av hesum umhvørvisfelagsskapir.
Men hví skuldi tað tað. Tí tað er jú grindadrápinum, teir liva av....
Nú er tað nýggi kúlukrókurin, sum verður settur inn í blástrið á hvalinum, og sum vit hava fingið ístaðin fyri gamla grindakrókin, sum stendur fyri skotum.
Báði á internetinum, og í faldaranum, býttur varð út í Monaco, er høvuðsboðskapurin tann, at hvalurin pínist ræðuliga illa av tí nýggja kúluokrókinum.
Nýggi krókurin er minst líka ræðuligur sum tann gamli, og hvalaveiða í Føroyum er framvegis ræðulig stendur at lesa á Internetinum undir:
www.tierhilfe.de/presse/091097dthw.htm
Og hildið verður fram:
Við at flyta sárið inn í kroppin vóna føroyingar, at uppøsti almenningurin um allan heim lættari letur seg sannføra um ein meiri dýravinarligan drápshátt.
Men okkara kanningar prógva, at nýggja vápnið á ongan hátt er minni ræðuligt.
Tey vísa til eina Sandru Altherr, doktara, sum sigur, at vevnaðurin í blástrinum er fullur av æðrum og nervum, og er ógvuliga sárur. Nýggja drápsvápnið førir til ógvusligar bløðingar í blástrinum, og hvalurin kann kvælast í sínum egna blóði.
Harafturat ger hann, at hvalurin fær so ilt, at hann missir evnini at finna veg.
Nøkunlunda sami boðskapurin stendur at lesa í faldaranum, sum varð býttur út í sambandið við IWC fundin í Monaco herfyri- men í væl meiri vísindaligum vendingum, við tekningum av kúlini á hvali og myndum av grindadrápi, vanliga grindakróknium og nýggja kúlukrókinum.
Nýggi krókurin má bannast av djóraverndarorsøkum, tí hann er eins ræðuligur og vanligi krókurin.
Víst verður eisini á, at gamli krókurin enn er í brúki, og eisini hann verður viðhvørt krøktur í blástrið, ella í eygað á hvalinum.
Bara í ár eru fleiri hundrað hvalir dripnir í Føroyum við nýggja kúlukrókinum.
Myndir eru ikki frá hesum, tí eftir trimum árum hava føroyingar lært seg at forða fyri at almenningurin í víðu verð framhaldandi verður vitni til hesa blóðugu hending, siga felagsskapirnir, DTHW í Týsklandi og og ASMS í Sveis, í nýggjastu propagandu síni, tað eru teir sum standa aftanfyri nýggju herferðina.