Trý lið við føroyskum landsliðsleikarum og landsliðsaktuelum leikarum spældu dyst í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag.
Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í HØJ hava framvegis fult stigatal aftaná 11 umfør.
HØJ vann í dag stórsigur 33-22 á heimavølli í Ølstykke-høllini. HØJ legði góðan botn í fyrra hálvleiki, og var á odda 19-10 í steðginum.
Pauli Mittún var toppskjútti við sjey málum, og Pætur Mikkjalsson var næstbesti málskjúttin við seks málum. Men tað var akkurát ikki nóg mikið hjá liðið teirra, Team Sydhavsøerne at fáa stig ímóti Midtjyllandi í Herning. Midtjylland vann tepran 34-33 sigur. Midtjylland var á odda 20-19 í steðginum.
Bogi Hansen skoraði fýra mál, og brøðurnir Janus og Jónas Djurhuus skutu trý mál hvør, tá lið teirra, FIF á heimavølli tapti 27-31 fyri Norddjurs sum var á odda 14-13 í steðginum.
Lemvig-Thyborøn vann uttan Kjartan Johansen á liðnum 33-30 (18-11) á Odder á heimavølli.
Støðan:
Nr. | Lið: | Dystir | Stig |
---|---|---|---|
1 | HØJ | 11 | 22 |
2 | Skive | 11 | 20 |
3 | Aarhus HC | 11 | 18 |
4 | Lemvig-Thyborøn | 11 | 15 |
5 | HC Midtjylland | 11 | 12 |
6 | HC Odense | 11 | 11 |
7 | Sydhavsøerne | 11 | 11 |
8 | Tønder | 11 | 9 |
9 | Norddjurs | 11 | 8 |
10 | Rækker Mølle | 11 | 8 |
11 | FIF | 11 | 8 |
12 | Odder | 11 | 8 |
13 | Roskilde | 11 | 2 |
14 | Faaborg | 11 | 2 |