Høvdu ikki loyvi at taka pensjónina frá Óla

Óli Jacobsen vann sakarmálið ímóti Fiskimannafelagnum

Fiskimannafelagið hevði ikki rætt til at halda upp at at gjalda fyrrverandi formanninum, Óla Jacobsen, eftirløn.

Tað niðurstøðu er Føroya Rættur nú komin til.

Dómur er fallin í sakarmálinum, har Óli Jacobsen stevndi Føroya Fiskimannafelag, tí felagið brádliga helt uppat at rinda honum eftirløn, sum avtala annars var um

 

Í 36 ár var Óli Jacobsen formaður í Føroya Fiskimannafelag, frá 1971 til 2007. Tá hann fór frá sum formaður, eftir at hava tapt formansvalið til Jan Højgaard, hevði nevndin samtykt, at hann skuldi fáa eina hálva arbeiðsmannaløn sum eftirløn, tá hann gjørdist fólkapensjónistur.

Tað fekk hann eisini, tá hann fylti 67 ár í 21. auguast í 2010.

 

Men í apríl 2013 komu eingir pengar longu á konto hjá Óla Jacobsen. Orsøkin var, at Fiskimannafelagið hevði steðgað pensjónini, tí at Óli Jacobsen hevði verið illoyalur mótvegis felagnum.

Fiskimannafelagið førdi fram, at Óli Jacobsen hevði hjálpt reiðarum í einum stríði ímóti Fiskimannafelagnum.

Hetta góðtók Óli Jacobsen ikki, og tí stevndi hann Fiskimannafelagnum eftir pensjónini.

 

Málið varð viðgjørt í tveir dagar nakað fyri jól og nú er so dómurin fallin.

Og dómurin er, at Fiskimannafelagið skal rinda Óla Jacobsen 9.760 krónur um mánaðin so leingi hann livir.

Tað merkir, at Fiskimannafelagið skal eisini rinda Óla Jacobsen upphæddina, sum er afturhildin síðani í apríl í 2013, tá ið gjaldið varð steðgað.

Samstundis skal Fiskimannafelagið somuleiðis rinda allan sakarmálskostnaðin hjá fyrrverandi formanninum, og tað eru 86.900 krónur.