Holger K fer frá

Høvdini rulla á vinstravonginum eftir valið 8. februar. Í dag klokkan 13 danska tíð boðaði Holger K. Nielsen frá, at hann fer sum formaður fyri SF, Sosialistiska Fólkaflokkin

Marjun Dalsgaard
??????
Hóast SF bert misti ein tinglim til fólkatingsvalið 8. februar, hevur formaðurin boðað frá, at hann fer frá sum formaður. Hann sigur or-søkina vera, at hann áðrenn valið segði, at um SF fekk afturgongd til valið, fór hann at taka seg aftur, og hann tekur nú av-leiðingarnar av valinum. Holger sigur við Politiken í dag, at ikki kann góðtaka ósigurin, nú tað gekk so illa hjá Sosialdemokratunum, SF átti at hava loftað nøkrum av teimum atkvøðunum, sum Sosialdemokratarnir mistu.
Rumbul heur verið í SF, síðan leiðslan í flokkinum gjørdi av at siga ja til nýggja ES sáttmálan, sum skal viðgerast í næstum. SF hevur annars verið ein flokkur, sum hevur verið ímóti ES, inntil Holger K og leiðslan altso broyttu kósina fyri umleið tveimum mánaðum síðani.
Holger K hevur verið formaður fyri SF síðan 1991, tá hann stillaði upp ímóti tá-verandi formanninum Steen Gade.