Føroyski landsliðsleikarin hevur longt sín sáttmála við danska felagið, og tað fegnast hann um.
- Tað hevur gingið væl hjá Silkeborg, síðan eg skifti úr Lyngby, og tí ivaðist eg ikki at halda fram, sigur Christian Lamhauge Holst við donsku heimasíðuna.
Troels Bech er venjari hjá Silkeborg. Hann sigur, at føroyski landsliðsleikarin er í besta fótbóltsaldri, og hann kann lyfta heildarstøðið á liðnum á einum góðum degi.
Christian Lamhauge Holst skifti úr Lyngby til Silkeborg undan kappingarbyrjan í 2008.