? Hon má halda fram

Súkkling:? Henda kappingin hevur stóran týdning fyri súkklingina í Føroyum og tí mugu vit halda fast við hana og betra hana. Kanska við at bjóða nøkrum dønum við næsta ár. Tá gerst hon meira áhugaverd, sigur Bogi Kristiansen, sum sunnudagin vann súkklukappingina Statoil Kring Føroyar 98

Nú eru nøkur ár síðan Bogi settist á súkklu við tíð fyri eyga at kappast.

Hann hevur annars fingist við nógvan annan ítrótt, m. a. rógving og fótbólt,. men tað er lagt til viks fyri súkklingina.

Um vikuskiftið gjørdist hann ovastur á sigurskamlinum í Statoil Kring Føroyar.

Ein sera hørð kapping, sum krevur sínar menn.

Og Bogi er glaður fyri at føroyingar eisini hava fingið eina slíka etapukapping.

? Eg legði mær summarfrítíðina soleiðis til rættis, at eg kundi verða við í hesi kapping og um FM heitið.

? Hetta er ein sera spennandi kapping, sum var stak væl fyrireika og gjøgnumførd, sigur hann.

Hann er sjálvsagt nøgdur við úrslitið, hóast hann er eitt sindur keddur av at Rógvi var noyddur at gevast .Tað merkti, at tað bert var Gunnar Dahl Olsen, sum var at kappast ímóti, og har heðvi Bogi tann fyrimunin, at hann hevur súkkla í Danmark seinasta árið.

? Hetta er komið bæði mær og Rógva sera væl við.

Hartil er Bogi fegin um, at Rógvi hevur fingið blóð á tánna aftur.

? Hetta gevur okkum góðar vónir til oyggjaleikirnar komandi, sigur Bogi.

? Bæði Gunnar, Rógvi og eg sjálvur er væl fyri í løtuni, og nakrir av teimum yngru eru á veg fram, so tað skuldi verið møguligt, at væntað heiðursmerkir.


Styrkja Kring Føroyar

Næsta ár verður enn ein Kring Føroyar kapping, tað er eftir øllum at døma vist.

Og um nakrar broytingar skulu gerast, so heldur Bogi, at so skal kappingin styrkjast og feltið vaksast.

? Eitt hugskot hevði verið at boðið trimum sterkum dønum, sum eru potentiellir vinnar við í kappingina til næsta ár. Harumframt kundu vit boðið nøkrum »ífyllusúkklarum« við, so feltið gerst størri til næsta ár.

? Tað er ein trupulleiki, at vit eru so fáir súkklarar í Føroyum, og fyri okkum hevði eitt slíkt uppskot havt við sær eina meira spennandi kapping. Tað hevði hon eisini verið fyri áskoðararnar, sigur vinnarin av Statoil Kring Føroyar ?98, Bogi Kristiansen at enda við Sosialin