Hon segði nei til bóndagarðin

? Hon tolir ikki gras og neyt

? Hon gjørdist studentur uttan studentarhúgvu

? Hon er einlig mamma

? Hon er stjóri

? Hitt Súsannu Danielsen í stólinum hesaferð

Niclas Johannesen


? Eg toli hvørki gras ella neyt.

Bóndi gjørdist hon ongantíð, bóndadóttirin Súsanna Danielsen av Velbastað.

? Eg eri borðin til ein garð, men eg visti rættiliga tíðliga, at bóndi ætlaði eg mær ikki at verða, og tað gjørdist púra greitt, tá eg um ellivu ára aldur gjørdist ovurviðkvom mótvegis grasi og neytum.

Ístaðin fyri gjørdist hon stjóri á løgtingsskrivstovuni. Har hevur hon virkað í skjótt hálvtriðja ár, og henni dámar væl. Hon er í roynd og veru stjóri hjá manninum við landsins hægstu tign ? tingformanninum.

Men leiðin hevur verið long síðani hon var borðin í heim í 1952 á Velbastað.

Og fekk hon ikki bóndan í beinið, so kundi ið hvussu er annað vera í væntu. Faðirin Dánjal Pauli Danielsen ? eisini kallaður Dánial Pauli í Búðini ? hevur sitið í landsstýrinum fyri Fólkaflokkin. Móðirin Hella Danielsen er havnarkona og systir Jørgen Frantz Jacobsen.

Sjálv minnist Súsanna, at hon altíð hevur havt áhuga fyri samfelagsviðurskiftum.


Kollvelting í Hoydølum

Tann áhugin førdi hana so á ungum árum úr tryggu korunum á bygd og til Havnar. Fyrst í real, síðan í studentarskúla ? í báðum førum í Hoydølum.

? Tá var so nógv øðrvísi enn nú. Skuldi tú ganga í skúla í Havn, mátti tú flyta til Havnar. Dagligt ferðasamband var millum Velbastað og Havnina, men tað var ikki soleiðis, at tú kundi náa at sleppa í skúla, so eg flutti til Havnar, minnist Súsanna.

Og hon minnist eisini eina stuttliga og spennandi tíð.

? Í 1969 fór eg á studentaskúla. Hetta var jú árið eftir 68! Og tað gekk ikki friðarliga fyri seg í Hoydølum tá, sigur Súsanna og dylir ikki fyri, at henda tíðin var sera spennandi fyri eina unga føroyska bygdagentu ? mitt í rokanum í Havnini.

? Rói Patursson gekk í okkara klassa, hann var eitt sindur eldri enn vit, og hann hevði verið í París. Hann hevði nógv spennandi at fortelja okkum. Nógvir av lærarunum vóru komnir upp í árini og teir vóru ikki rættiliga við upp á okkara brennandi hug at gera tingini øðrvísi, enn tað altíð høvdu verið gjørd. Eg haldi serliga, vit góvu Arnbjørn Mortensen nógv grá hár í høvdið.

Sjálv minnist Súsanna eitt nú rokið, ið stóðst, tá tey í klassanum heldur vildu hava borðini at standa í ?hóstaskógv? heldur enn sum einsamallir flakar í stovuni.

? Men vit fingu okkara vilja.

Og tað sama var, tá hesi ungu uppreistrasinnaðu studentarnir kravdu at sleppa undan at syngja morgunsang. Eisini her boygdi autoriteturin seg.

? Ja, tað búði líkasum í tíðini, at autoritetarnir skuldu niður við nakkanum.

Men tað var eisini eitt mark. Og hetta markið sprongdist, tá Bergur Dam skrivaði í bløðunum, at lærararnir vóru andaligar amøbur! Tá kundi vera nokk, Bergur bleiv koyrdur úr studentaskúlanum.

Men Súsanna yvirlivdi studentaskúlatíðina. Hon gjørdist studentur í 1972, og líka sum fyri at seta prikkin yvir i?ið, so var hetta uttan studentarhúgvu.


Við opnum ørmum

Hetta var eisini tíðin, har verðin bíðaði eftir tær við opnum ørmum.

? Vit vóru so øgiliga fáir studentar, bert stívliga fjøruti í tali. Og universitetini hungraðu eftir at fáa studentar, so tað var bert ein spurningur um at velja ella vraka.

Hvussu fanst tú útav, at tú vildi vera løgfrøðingur?

? Fyrst skal sigast, at eg byrjaði at lesa samfelagsfrøði, men so skifti eg aftan á tvey ár og fór at lesa løgfrøði. Annars brúkti eg fyrst og fremst útilokilsimetoduna. Eg eri málsligur studentur, og vildi eg lesa medisin ella okkurt annað, so var neyðugt at lesa meira, áðrenn eg kundi fara undir tann lesnaðin. Eg vildi heldur ikki enda við at undirvísa, so tað gjørdist jura, eg fór at lesa.

Súsanna minnist ikki seg sjálvan sum ein, ið livdi akademiska lívið allar 24 tímarnar í samdøgrinum.

? Eg kann ikki siga, at mær dámdi væl at lesa jura. Í so máta var eg ein rættiliga passivur studentur. Tú kanst nokk siga, at eg livdi tað traditionella føroyska ghettolívið í Danmark.

Súsanna er kontant, tá hon prátar, og fleiri ferðir undir samrøðuni, tekur hon blokkin fram og teknar figurar á pappír fyri at undirbyggja tað, hon sigur ? eitt nú skúlastovuna, har borðini stóðu í hestaskógv. Uttan at kenna hana, kanst tú skjótt staðfesta, at hon er ikki typan, ið tekur synd í sær sjálvum ? og so slettis ikki alment.

Kortini er hon úr einum ættarliði av kvinnum, ið skuldi út á ein arbeiðsmarknað, ið var totalt domineraður av monnum. Og hon las á universiteti í eini tíð í 70?unum, tá kvinnurørslan blómaði.


Ímóti javnstøðulóg

? Eg havi kortini ongantíð verið virkin í nakrari kvinnurørslu. Eg havi í roynd og veru hugsað lítið um tað. Eg eri kanska ikki so øgiliga sensibel. So hesin stríðsspurningurin millum kynini er ikki nakað, eg havi gingið serliga høgt uppí. Eitt nú ivasom um javnstøðulógina.

? Og kortini so má eg siga, at eg hugsi meira um hetta í dag. Eg dugi væl at síggja, at tað kann vera skilagott við eini javnstøðulóg soleiðis, at tú eisini kanst fáa kvinnur í nevndir.

Eg haldi serliga, at reglan um at fáa javnt kynsbýti í nevndum er skilagóð at hava í hvussu so er fyri eina tíð, tí menn síggja bert menn, og eru tað mest menn sum taka avgerðir um hvør skal mannað ymsu nevndirnar.

Sjálv vísir Súsanna á, at kanska høvuðsatvoldin til, at hon nú hevur broytt støðu er hennara dóttir, ið nú er 18 ára gomul, og sum gongur í studentarskúla.

Dóttirin var eisini ein altavgerandi broyting í hennara lívið, tá hon var fødd í 1980. Hetta var stutt eftir, hon hevði tikið endaligu próvtøkuna í 1980. Súsanna flutti heim til Føroya sama árið og fekk starv sum fulltrúi, har hon skuldi umsita eina serlánslóg innan fiskivinnuumsitingina. Hetta starvið var tíðaravmarkað til eitt ár.

Hvussu var lívið sum einlig mamma?

? Eg havi altíð verið einlig mamma, og haldi ikki, tað hevur verið nakar trupulleiki.

Súsanna vísir á, at stóri trupulleikin ofta er, at einligar mammur kunnu hava ilt við at klára seg, um bert ein lítil inntøka er. Samstundis leggur hon dent á, at hon hevur ongantíð manglað barnagentur.

Og við tí starvi, sum Súsanna hevði sum fulltrúi á lønardeildini og seinni sum deildarstjóri á somu deild í Tinganesi, so hava dagarnir ofta verið langir.

Her var tað hennara uppgáva at samráðast við øll fakfeløgini fyri alment lønt starvsfólk. Og Súsanna dylir ikki fyri, at hetta var ofta ein hørð tíð.

? Ja, talan var ofta um beinleiðis verbalar bardagar. Men tá, var tað ikki vanligt, at landsstýrið setti tey stóru krøvini til fakfeløgini.

Hon minnist eisini, hvussu samlaða kravið um lønarhækking í 1987 var 64% frá fakfeløgunum.

? Í 80?unum var likviditeturin so stórur, og lønarsamráðingarnar í 87 endaðu jú eisini við eini lønarhækking upp á yvir tíggju prosent, minnist Súsanna.

80?ini vóru eisini tíðin, har føroyingar yvirtóku fleiri málsøki. Blokkurin kom, og umsitingin í Tinganesi hevði nóg mikið um at vera. Soleiðis var longu tá arbeitt við at fáa nýggjan bygna í umsitingini í Tinganesi.

? Tað var jú soleiðis, at nógvar almennar uppgávur vóru sendar út í nevndir. Vit høvdu eitt nú orkuráðið, ráfiskagrunnin o.s.fr. ? og talan var sostatt um lítla umsiting.

? Tað sum helst átti at verið gjørt, tá málsøki blivu yvirtikin var at útbýggja umsitingina samsvarandi.

Men hetta hendi ikki í fyrstu syftu. Broytingar blivu gjørdar. Men so kom kreppan. Og so kom Finn Norman Christensen.

Samstundis upplivdi Súsanna Danielsen eina sera turbulenta tíð í Tinganesi. Frá degi til dags fingu landsstýrismenn eitt nú boð um at spara 50 milliónir krónur í einum. Einasti máti at spara upp á, var gjøgnum lønarlagi. Og við tann borðendan sat Súsanna.

? Ja, hetta var ein turbulent tíð, aftan á at hava arbeitt ellivu ár við lønarmálum føldi eg, at nú var tíðin komin at skifta starv.

Síðani 1. oktober 1996 hevur Súsanna verið skrivstovustjóri á løgtingsskrivstovuni. Henni dámar væl, og hon er framvegis mitt í tí politiska umhvørvinum.

Men hvør er uppgávan hjá tær og tínum starvsfólkum?

? Ja, tað stendur jú greitt í tingskipanini, hvør okkara lutur er. Vit skulu syrgja fyri, at tann umsitingarligi parturin av tingarbeiðinum riggar. Løgtingsnevndir skulu hava skrivarar, gerðabókin skal skrivast. Vit hava eisini ábyrgdina av, at tingformaðurin og tingmenn fáa løgfrøðiliga ráðgeving í øllum málum. Og so stendur eisini í tingskipanini, at tingmál skulu vera løgfrøðiliga og málsliga røtt. Haraftrat havi eg leiðsluna av starvsfólkunum. Eg seti fólk í starv. Og koyri fólk úr starvi, um neyðugt.

Sjálv koyrir Súsanna hvønn dag til arbeiðis. Hon býr nevniliga á Velbastað, og tað dámar henni væl. Og tá vit til síðsta spyrja hana, hvørjar frítíðaráhugar hon hevur sigur hon:

? Eg plagdi at spæla nógv kort, brigde. Men hetta ger eg ikki so nógv longur. Men mær dámar framvegis væl at ganga fjøllini. At vaska vembur og tað, kvinnurnar nú einaferð sambært traditiónina gera. Tað er jú øgiliga kynsuppbýt.

? Men bóndalívið ger, at tú er noyddur at halda teg í form. Tú kanst ikki soleiðis uttan víðari reisa teg úr skrivstovustólinum og fara á fjall. Tú mást vera í form.

Og tað mugu tey eisini á løgtingsskrivstovuni. Tí meðan flettingartíðin er um heysti í bóndaverðini, so er tað stóra slaktið í tingheiminum í mars mánað. Tá er nevniliga síðsta freist at leggja lógaruppskot fyri tingið.

Í fjør komu yvir 100 mál í tingið beint áðrenn evsta markið.

Tolir hon ikki gras og neyt, so man tíðin hava víst, at Súsanna tolir politiskt trýst.