Tað verður nú, ímillum jól og nýggjár, at nýggja skipið hjá Strandferðsluni, Erla Kongsdóttir, verður umvæld. Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at so verður hon sett aftur í sigling eftir nýggjár, men tann heilt ítøkiligi dagurin er ikki ásettur enn.
Erla Kongsdóttir fekk eina stak ringa byrjan, tí á einum av teimum fyrstu túrunum ímillum Nólsoynna og Havnina, brotnaðu tveir rútar í salongini hjá ferðafólkunum. Eingin visti, hví teir brotnaðu, men tað var ikki tí at hon fekk ein sjógv, tí tað var skróvturt inni í salongini - og annars var tað í læborðið, at rútarnir fóru.
Hilmar Eliasen sigur, at nú royna tey fyrst at fáa Erlu Kongsdóttir í sigling aftur, so nú verða rútarnir í salongini, skiftir. Og fyri at binda um heilan fingur, verða allir rútarnir skiftir. Tað er eitt arbeiðið, sum verður gjørt í Føroyum, og tað verður ímillum jól og nýggjár, at farið verður undir tað.
Sostatt verður tað eina ferð stutt eftir nýggjár, at hon fer aftur í sigling, og tá fer hon beint aftur í nólsoyarsiglingina, tí Ternan verður á beding í hvussu so er allan januar mánað.
Men so er tað spurningurin, hví rútarnir so brotnaðu, táið tað ikki var av sjógvi. Hilmar Eliasen sigur, at tað er ein spurningur, sum verður viðgjørdur fyri seg. Tá ið rútarnir verða skiftir, verður alt skrásett og so verður tað ein spurningur ímillum klassan, veitaran, og garantiið.
– Vit hugsa fyrst og fremst um at fáa Erlu Kongsdóttir aftur í sigling, so verður hitt tikið aftan á, sigur stjórin á Strandferðsluni.