Fýrahjólstrekkjarin hjá Honda, sum innan annars er átøkur einum persónbili, hevur klárað seg rættuliga væl á danska marknaðinum. í tíðarskeiðnum januar til september í fjør seldur teir 194 bilar, sum setir Honda CR-V klárt á fyrsta plássið framman fyri kappingarneytarnar ? 148 fleiri enn nummar tvey í bólkinum.
Eisini á evropiskum støði klárar CR-V seg væl. Ein kanning, sum er grundað á upplýsingar frá JATO Dynamics, sum hevur skrásett søluna í 17 londum í Evropa í tíðarskeiðnum januar til august, setir CR-V?in greitt á fyrsta plássið við 26.228 bilum.
Navnið CR-V merkir »Confortable Recreational Vehicle«, sum týtt til vanligt mál merkir »ein komfortabul frítíðarbilur«. CR-V er uttan iva ein frálíkur bilur hjá teimum, sum hava hug at njóta náttúruna, men eisini til teirra, sum hava tørv á góðum plássi til fimm vaksin, ella børn og hund. Samstundis er tann praktiski CR-V eitt víðkað alternativ til tann traditionella stationcar?in. Hann kann bæði koyra á grasi, grúsi og asfalti. motorurin er einn nýmentur 2.0 litur DOHC 16V, sum gevur 128 HK.
Fýrahjólstrekkið hjá CR-V er rættuliga sermerkt, tí hann fer ikki at trekkja við øllum fýra fyrr enn hann fer at glíða á undirlagnum. Tá hendir hetta av sær sjálvum við eini serligari hydrauliskari pympuskipan í differentialinum. Henda automatiska skipan er samstundis orkusparandi.
Standardútgerð í CR-V er m. a. dupult airbag, ABS bremsur, servostýring, fjarstýrt sentrallás, startsperra, el-síðurútar, miðborð at leggja niður, campingborð, alufelgur og takboylar.
Prísurin fyri ein van er 188.750 og fyri ein sedan 242.750