Venjarin hjá russiska kvinnulandsliðnum var ikki mjúkur mótvegis sínum spælarum eftir norska finalusigurin leygarmorgunin. Jevgenij Trefilov verður vanliga mettur sum ein venjari av gamla russiska skúlanum, og mótvegis spælarum sínum ber hann seg at sum sannur einaræðisharri. - Gentur gráta kanska, men eg gráti ikki. Tíverri spæla tær í eini harðari kapping. hondbóltur er fyri mannfólk, og tað mugu tær læra, segði Trefilov við miðlarnar eftir dystin. - Hyggur tú at mínum spælarum, so eru tær ikki menn. Tær eru skjótar, sterkar og tær venja hart. Men tær eru ikki menn. Um tit ikki trúgva mær, so kunnu tit fara í skiftirúmið at kanna eftir, segði Trefilov sambært altjóða tíðindastovunum.