Kvinnurnar úr Runavík vunnu greitt 30-17 á botnliðnum StÍF á útivølli.
Tí hevur Trygvi Mortensen framvegis fulla úrtøku sum venjari hjá Tjaldri.
Gestirnir høvdu stundum lætt við at seta StÍF undir trýst. Tað frættist av Skála, at sigurin kundi verið størri.
Rebekka Justinussen og Oddrún Danielsen vóru ikki við hjá heimaliðnum, og tað merkist.
Adina Petrea, Tjaldur, var toppskjúttið við átta málum.
STIGATALVAN:
1. Stjørnan ? 16 stig
2. Tjaldur ? 13 stig
3. Neistin ? 11 stig *
4. Kyndil ? 10 stig
5. VB ? 7 stig
6. VÍF ? 4 stig
7. StÍF ? 1 stig
Neistin hevur spælt átta landskappingardystir. Hini liðini hava spælt níggju dystir.