Hondbóltsútisetar: HØJ og Viking taptu greitt í uppflytingarstríðnum

Rói Berg Hansen og HØJ, og føroyingaliðið í Stavanger vóru fyri greiðum tapum í uppflytingardystum

Talan gjørdist ikki um eitt gott føroyskt hondbóltskvøld.

 

Rói Berg Hansen skoraði tvey mál tá lið hansara, HØJ tapti greitt 26-35 fyri Holstebro á útivølli í tí fyrsta uppflytingardystinum til bestu donsku hondbóltsdeildina. Í steðginum var heimaliðið, Holstebro á odda 17-12.

 

Komandi týskvøld verður onnur hálvfinalan leikt á heimavøllinum hjá HØJ.

 

Helgi H. Hoydal og Jónas G. Djurhuus skoraðu seks mál og Tróndur Mikkelsen skoraði fimm mál tá lið teirra, Viking Stavanger tapti greitt 27-35 fyri Kristiansand á útivølli í tí fyrsta uppflytingardystinum til bestu norsku hondbóltsdeildina.

 

Helgi H. Hoydal var valdur at vera besti maður á vøllinum.

 

Komandi sunnudag klokkan 18 tekur Viking Stavanger móti Kristiansand á heimavølli í øðrum uppflytingardystinum.