Løgreglan hevur ikki havt nakað serligt at gera í nátt.
Tó sigur vakthavandi, at eitt skifti høvdu tey úr at gera við at skilja menn sundur, sum vóru farnir at berjast í Klaksvík.
Løgreglan sigur, at talan var um ein sannan hópbardaga, tí har vóru einir seks mans uppií.
Tey fingu skilt sundur, ímeðan alt stóð væl til, tí ongin fekk skaða, og ongin er skuldsettur fyri harðskap í kjalarvørrinum á bardaganum.
Løgreglan heldur ikki, at nøkur ávís orsøk var til, at bardagin tók seg upp, men brennivín var uppií, og tá skal ikki altíð so nógv til at festa í.
Annars fór ein bilur út av í gjárkvøldið ímillum Leynartunnilin og rundkoyringina í Kollafirði.
Løgreglan sigur, at bilurin, sum fór útav, skuldi yvirhála ein annan bil, men so misti hann vegtakið í tí nógva regninum, so at førarin misti tamarhaldið á honum, og hann fór útav.
Løgreglan sigur, at tríggir ungir mans vóru í bilinum, og førarin hevði øll síni viðurskifti ílagi, so meiri verður ikki gjørt burtur úr tí.