Spenningurin er stórur á Skála, nú felagið fyri fyrstu ferð síðani 2008 aftur er at síggja í fremstu føroysku fótbóltsdeildini.
Skála var annars fyri 10 árum síðani eitt lið, ið myndaði oddin í føroyskum fótbólti, har teir vóru eyðkendir fyri gott fótbóltsspæl við nógvum kvikum leikarum.
Síðani hava verið nøkur minni góð ár, har felagið millum annað tað eina árið leikti í triðbestu føroysku deildini.
Tá felagið var í triðbestu deildini tók tann bara 20 ára gamli Eliesar Olsen yvir sum venjari, og hevur hann verið venjari líka síðani.
Eliesar Olsen, ið nú er blivin 24 ár, skal tí royna seg fyri fyrstu ferð sum venjari í fremstu føroysku deildini.
Eliesar er spentur uppá kappingarárið, og sigur seg vera væl nøgdan við hópin hjá Skála. Hann fílist tó eitt sindur á umstøðurnar, ið teir hava arbeitt undir síðani teir byrjaðu at venja.
- Vit hava havt trupulleikar av at vøllurin fór við vindinum í vetur, og ljósini hava ikki rigga so væl. Tað hevur ávirka venjingarnar hjá okkum eitt sindur. Men tá vit hava vant hevur dygdin verið góð.
- Eg eri væl nøgdur við hópin. Vit hava fingið teir leikararnar, ið vit hava brúk fyri og okkara egnu leikarar síggja sera spentir út uppá uppgávuna.
Til venjarakappingina í Havn hevði Skála ein russiskan málverja. Eliesar veit tó ikki at siga um felagið fer at gera sáttmála við tann málverjan.
- Russiski málverjin er í løtuni í Danmark og royndarvenur við Hjørring, so eg dugi ikki at siga hvussu støðan við honum er. Tað er tó uppá tal, at ein málmaður verður knýttur afturat hópinum.
Skála hevur til kappingarárið fingið tilgongd av Pætur Dam Jacobsen úr EB/Streymi, Holgar Djurhuus úr 07 Vestur, Róa av Fløtum úr HB, Andras Fredriksberg úr NSÍ og Jákup Johansen úr ÍF.