- Tað hevði glett okkum at sæð bæði fyrrverandi næmingar, avvarðandi, starvsfólk og aðrar samstarvsfelagar til eina hugnaliga løtu í Kvívíkar skúla hósdagin

Hósdagin verður hátíðarhald í skúlanum í Kvívík

Tá hevur skúlin lagt eina hálva øld aftur um seg, og hetta verður hátíðarhildið seinnapartin hósdagin

 

- Tað hevði glett okkum at sæð bæði fyrrverandi næmingar, avvarðandi, starvsfólk og aðrar samstarvsfelagar til eina hugnaliga løtu í Kvívíkar skúla hósdagin

Hósdagin komandi frá klokkan 14 til 18 verður hátíðarhald í Kvívikar skúla.

 

Tá verður skúlin 50 ár og hevur soleiðis eina hálva øld aftanfyri seg.

 

Hetta verður hátíðarhildið við eitt nú lagkøku, kaffi og te, og her eru øll hjartaliga vælkomin.

 

- Tað hevði glett okkum at sæð bæði fyrrverandi næmingar, avvarðandi, starvsfólk og aðrar samstarvsfelagar til eina hugnaliga løtu.

 

Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Kvívíkar kommunu í dag.

 

Lagt verður aftrat, at á hátíðardegnum verður eisini eitt búmerki, sum kommunan hevur latið skúlanum, avdúkað.

 

- Klokkan 15 henda hósdagin verða talur, sangur og framløga av nýggja búmerkinum.

 

Føðingardagurin í Kvívík endar við konsert í skúlagarðinum, sum byrjar klokkan 17.

 

 

 

- Tað hevði glett okkum at sæð bæði fyrrverandi næmingar, avvarðandi, starvsfólk og aðrar samstarvsfelagar til eina hugnaliga løtu í Kvívíkar skúla hósdagin