Sp/F Autotrans, sum eigur Hotel Streym yviri við Strond í Havn, hevur keypt grannaognina, gamla snikkaraverkstaðið hjá Zacharias Bech, sum Jan Christiansen hevur átt seinastu árini.
Sum in.fo skilir, so er ætlanin, at Hotel Streym skal útbyggjast, og at grannabygningurin skal innrættast um hotel. Keypsprísurin er 7,55 milliónir krónur.
Tað er stórur eftirspurningur eftir hotelkømrum í høvuðsstaðnum. Gist & Vist boðaði í síðsta mánaði frá, at Hotel Føroyar við Oyggjarvegin skal byggjast út, eins og Hotel Tórshavn í Tórsgøtu, sum sama felag eigur og rekur.
Fríggjadagin kom fram, at Smyril Line hevur keypt Hotel Hafnia – og felagið boðaði í sama viðfangi frá, at felagið ætlar at byggja eitt nýtt hotel afturat í Havn um fá ár.
Eitt nýtt lítið hotel, Hotel Havgrím, letur í næstum upp yviri við Strond í Havn.
Økta ferðavinnan hevur við sær, at stórur tørvur er á hotelkømrum, og tað er eftir øllum at døma serliga í Havn, at tørvurin er so stórur.