HM: Støre møtti fyri at geva norska liðnum moralskan stuðul

Í kvøld spælir Noreg fyrsta HM-endaspælsdystin í 28 ár

Mynd: Norska fótbóltssambandið

Í kvøld klokkan 23 er sannleikans tíma hjá norska manslandsliðnum, tá teir á Gillette leikvøllinum í Foxborough í Massachusetts spæla fyrsta dystin í innleiðandi HM-bólki I móti Irak.

 

Hini bæði liðini í bólkinum, Frakland og Senegal spæla dyst klokkan 20 í kvøld á MetLife leikvøllinum í East Rutherford í New Jersey.

 

Talan er um fyrsta HM-endaspælsdystin hjá Noregi í 28 ár, og er talan um háspenning millum mongu norsku fótbóltsfjeppararnar.

 

Ígjár møtti norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr-Støre til døgurðan hjá norska landsliðnum fyri at heilsa upp á leikararnar, og fyri at eggja teimum til góð avrik í hesi kappingini. 

 

Støre helt eina stutta røðu fyri norska hópinum. Við norska TV2 sigur forsætisráðharrin: - Eg segði við teir, at teir hava megnað at bast nógvari mótstøðu. Tann mótstøðan vísir eisini eina megi. Teir hava møtt avbjóðingum, hava reist seg aftur, og havi loksins vunnið seg til endaspælið. Mótburður kann koma fyri aftur, bæði í lívinum, á arbeiðsplássinum og úti á vøllinum. Og eisini í øðrum førum. Tá ræður tað um hjá liðnum at heinta fram ta eyka megina, ið teir longu hava prógvað, at teir eiga í sær. Eg minti leikararnar á tey 50.000 fólkini, ið fyltu ráðhústorgið í Oslo, tá teir høvdu vunnið seg til HM-endaspælið. Tað kom ikki av ongum. Eg segði við leikararnar, at teir eru ikki bara landsliðið. Teir eru eisini liðið hjá norsku tjóðini. Og eg staðfesti yvirfyri teimum, at teir hava nógv fólk heima í Noregi, ið stuðla teimum. 

 

HER  ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum. 

 

 

 

Mynd: Norska fótbóltssambandið