Hotell lata aftur

Higartil í ár eru meiri enn 300 hotell í amerikanska statinum Kalifornia farin í gjaldssteðg, og tað er fimm ferðir fleiri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Um orsøkina verður sagt, at hotellini hava ikki megnað at halda sínar fíggjarligu skyldur, samstundis sum tey hava havt munandi færri gestir orsakað av fíggjarkreppuni. Blaðið Los Angeles Times skrivar, at kappingin millum tey hotellini, sum enn eru opin, er beinhørð, og serfrøðingar siga við blaðið, at fleiri hotell afturat fara at lata aftur innan árslok.