Hann hevur sett Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, ein skrivligan grein 52a fyrispurning um kostnaðin av tunnilsbygging á landi.
Dalstunnilin varð latin upp fyri almennari ferðslu 18. juli. Tað serliga við verkætlanini er, at tunnilsliðið hjá Landsverki bygdi tunnilin.
Høgni Hoydal spyr, hvør samlaði kostnaðurin var, og hvussu nógv tunnilin kostaði fyri hvønn metur ella kilometur samanborið við Fámjinstunnilin, Hvalbiartunnilin og tunlarnar Norður um Fjall.
Løgtingsmaðurin vil eisini hava sundurgreinað, hvussu stórur partur av kostnaðinum fór til almennar veitarar, lønir og privatar arbeiðstakarar. Sambærilig metingarvirði skulu eftir hansara tykki leggjast til grund, eisini tá talan er um maskinur og arbeiði hjá Landsverki.
Í sama fyrispurningi spyr Høgni Hoydal, nær arbeiðið við Tjørnuvíkartunlinum fer í gongd, nær tunnilin væntandi verður liðugur, og um støða er tikin til, hvussu Tjørnuvíkartunnilin og seinni Gjartunnilin skulu gerast.











