Leivur Mortensen, Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona spældu í kvøld seinnu sekstandapartsfinaluna í svensku steypakappingini móti Anderstorp úr triðbestu deildini.
HF Karlskrona, ið spælir í bestu svensku deildini vann greitt 33-23. Í steðginum var Karlskrona bert á odda við einum máli, 16-15. Tað hoyrir tó við til søguna, at Anderstorp slapp at skjóta seks brotskøst undan dystarbyrjan, og trý av teimum sótu í netinum.
Karlskrona vann fyrra dystin móti Anderstorp á útivølli 34-25, og teir vunnu sostatt ein samlaðan 67-48 sigur.
Leivur Mortensen (myndin) var saman við Arnór Viðarssyni toppskjútti hjá Karlskrona. Teir skutu sjey mál hvør. Tróndur skoraði trý mál.
Enn er ikki greitt hvørjum HF Karlskrona møtir í áttandapartsfinalunum.











