TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við íslendska TB-venjaran, fyrrverandi føroyska landsliðsvenjaran, Páll Guðlaugsson, sum varð tikin upp fyri løtu síðani.
Hoyr Páll seta orð á íslendska bragdið á Amsterdam Arena, har íslendingar vunnu ein søguligan 1-0 sigur, sum ger, at teir skulu bara vinna ein av trimum teimum seinastu undankappingardystunum, so eru teir við til eitt endaspæl í fótbólti fyri fyrstu ferð í søgu landsins.
Íslendska U21 landsliðið, og íslendska kvinnulandsliðið hava áður spælt seg í EM-endaspøl, men einki verður størri, um íslendska A-landsliðið fremur hetta í verki.
Hoyr eisini vónirnar hjá Pálli fyri dystinum hjá Føroyum ímóti Norðurírlandi á Tórsvølli í annaðkvøld.